Um okkum
Hjartamál okkara er at røkka, styrkja og menna menniskju í Eysturevropa, so sum Jesus hevur kallað okkum til. Tað snýr seg um at geva teimum heit klæðir og at hava tiltøk fyri børn. Tað kann eisini vera at geva tei-mum mat og Bíbliur. Tað snýr seg eisini um útbúgving og matpakkar. Men tað týdningarmesta av øllum er, at tað snýr seg um menniskju! Vit vilja møta fólki við virðing og umsorgan og hjálpa teimum at gerast sjálvbjar-gin.
Hvar vit eru
Mission Uden Grænser arbeiðir við børnum og familjum í seks av teimum fátækrastu londunum í Evropa: Albania, Bosnia/Hercegovina, Bulgaria, Moldova, Rumenia og Ukraina. Alt tað vit inna, verður gjørt gjøgnum samkomur og hjálparfólk á staðnum.
Endamál
Endamál okkara er at bjóða umsorgan og Guds orð til tey neyðstøddu í Eysturevropa, og á tann hátt hjálpa teimum at skapa sær eitt trygt og virðiligt lív, bæði andaliga, kensluliga og evnisliga. Í stuðlalondum okkara er endamálið at kunna um tørvin í Eysturevropa og at vekja áhugan fyri missión og samfelag við Gud.
Søga okkara
Mission Uden Grænser er partur av alheimsfelagsskapinum, Mission Without Borders, ið varð stovnað í 1960. Felagsskapurin varð stovnaður, fyri at nøkta andaliga og evnisliga tørvin í Eysturevropa, og at hjálpa fólkið í fátækradømi og teimum, ið flýggjaðu undan kommunismuni í Evropa. Tiltakið fór í gongd, júst sum kalda kríggið stóð harðast á
Enn í dag er Mission Uden Grænser ein altjóða kristin felagsskapur, ið bæði evnisliga, kensluliga og andaliga hjálpir teimum neyðstøddu og forfylgdu. Felagsskapurin kom til Danmarkar í 2017 í samstarv við Betania Kirkecenters Ydremission.
Mission Uden Grænser setur fólk í teimum ymisku bygdunum í starv. Hesi hjálparfólk gera tað møguligt at vísa á og nøkta teir mest treingjandi tørvirnar, ið tey hava í einstøku bygdunum. Við hesum, hjálpa vit bæði fíggjarligu støðuni og samstundis veita ta bestu hjálpina, við at tey sjálvi kenna sína mentan og tí vita, hvør størsti tørvurin er.
Gjøgnum hjálparfólk okkara í teimum ymisku londunum, hjálpa vit menniskjum í túsundatali, bæði forel-draleysum børnum, einligum mammum og teimum gomlu og fátøku í Eysturevropa. Mission Without Borders ger innsavningararbeiði í 12 ymiskum stuðlalondum: Avstralia, Belgia, Kanada, Holland, Nýsæland, Noreg, Danmark, Bretland, Sveis, Suðurafrika, Týskland og Amerika.